MP Tek varð stovnað fyri meir enn 25 árum síðan. Magnus Pauli Joensen stovnaði virkið, aftan á at hava arbeitt í fleiri ár sum verkfrøðingur hjá Jørgen Bladt og Shell í Føroyum.

MP Tek hevur verið við í nærum øllum projektum í Føroyum, ið  hava nakað við tangar og rør at gera.

Nevnast kann:

Nýggj oljugoymsla hjá Shell í Klaksvík.

Nýggj oljugoymsla hjá Statoil á Drelnesi.

Nýggj tungolju goymsla hjá Faroe Bunkers í Fuglafirði.

Umbygging av flestu servisustøðunum hjá Statoil og Shell í Føroyum.

Fóðurvirki hjá Havsbrún.

Ymsar broytingar á Havsbrún.

Nýggj servisustøð hjá Statoil í Vági.

Í august 2008 yvirtekur Johan Poulsen MP Tek spf. og er ætlanin at virkið skal koyra víðari eftir sama leisti sum áður.